Martin og Martin undir somu dýnu

Martin og Martin undir somu dýnu
- Vit hava eina song og eina dýnu, men eg fari ikki at liggja undir somu dýnu sum hann í fleiri dagar, sigur Martin Simonsen, sum er farin til Oslo saman grannanum.
Símun Waag
16.01.2026 - 11:55

Teir eita báðir Martin, eru grannar í Miðvági, arbeiða á sama arbeiðsplássi, og nú eru teir farnir saman til Olso at hyggja eftir hondbólti.

Martin Simonsen og Martin Mikkelsen deila kamar og song í Oslo, og so var eisini lagt upp til, at teir skuldu liggja undir somu dýnu. Men har til og ikki longur, sigur Martin Simonsen, sum hevur biðið um at fáa eina eyka dýnu. 

- Eg fari ikki at liggja undir somu dýnu sum hann í fleiri dagar.

 

Berlin kveikti áhugan fyri hondbólti

Teirra áhugi fyri hondbólti byrjaði í Berlin. Frammanundan høvdu teir ikki hugt eftir nøkrum hondbóltsdysti. Í dag fylgja teir væl við, og tað var eingin ivi í, at teir eisini skuldu taka túrin til norska høvuðsstaðin at stuðla føroysku hondbóltsmonnunum. 

Vónirnar undan fyrsta dystinum fíggjakvøldið eru góðar. 

- Eg eri ikki pessimist, so vænti tað allar besta, og hopi, at vit fáa stig, sigur Martin Simonsen. 

-Bara tað ikki verður so, at man følir, at vit ongan kjans hava, sigur Martin Mikkelsen. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366