Strandferðslan letur endurgjald fyri ferðaseðlar

Strandferðslan letur endurgjald fyri ferðaseðlar
Eftir átalu frá Løgtingsins umboðsmanni, er mannagongdin broytt, so búsitandi í Føroyum kunnu ogna sær bíligasta ferðaseðilin, hóast tey keypa hann á staðnum
Í november í fjør fekk Strandferðslan eina álvarsliga átalu frá Løgtingsins umboðsmanni um  nýggju ferðaseðlaskipanina, sum kom í apríl í fjør.
 
23.01.2026 - 08:50

Strandfaraskip landsins fara nú at lata teimum endurgjald, sum siga seg hava goldið ov nógv fyri ferðaseðilin frá 23. juli til og við 17. september í fjør.

Tann 14. november í fjør fekk Strandferðslan eina álvarsliga átalu frá Løgtingsins umboðsmanni um  nýggju ferðaseðlaskipanina, sum kom í apríl í fjør.

Løgtingsins umboðsmaður segði, at Strandferðslan hevði ikki lógarheimild at krevja størri ferðaseðlaprís frá summum ferðandi, tá ferðaseðil var keyptur á staðnum. 

Eftir at Strandferðslan var gjørd varug við mistakið, var mannagongdin broytt 18. september, so øll búsitandi í Føroyum kunnu ogna sær bíligasta ferðaseðilin, hóast tey keypa hann á staðnum.

Fólk, sum halda seg at hava goldið ov nógv, hava rætt til at søkja um endurgjald fyri munin millum staðprís og fastbúgvandi prís, siga Strandfaraskip landsins.

Hvussa hetta skal gerast, sæst her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439