Franski forsetin tosaði grønlendskt á tíðindafundi

Franski forsetin tosaði grønlendskt á tíðindafundi
Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava verið á vitjan hjá Emmanuel Macron
Franski forsetin, Emmanuel Macron, saman við Jens-Frederik Nielsen og Mette Frederiksen á forsetaborgini.
Mynd: Mohammed Badra/EPA/Ritzau Scanpix  
 
28.01.2026 - 15:33

Franski forsetin, Emmanuel Macron, tosaði bæði á grønlendskum, donskum, fronskum og enskum, tá hann helt tíðindafund í París, í sambandi við, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og formaðurin í grønlendska landsstýrinum, Jens-Frederik Nielsen, hava verið á vitjan.

- Grønland er ikki til sølu og kann ikki takast. Grønlendingar gera sjálvir av framtíð landsins, segði Macron.

Hann segði, at Frakland tekur undir við at styrkja verjuna í Arktis, orsakað av Russlandi og Kina.

Macron segði eisini, at Frakland stendur saman við danska kongsríkinum. 

Sí videobrot frá tíðindafundi:

 


(Video-brot: KNR)

 

Jens-Frederik Nielsen, formaður í Naalakkersuisut, segði á tíðindafundinum, at Grønland er undir trýsti, og grønlendska fólkið er stúrið, men hann ætlar ikki at slaka.

Í gjár vóru Jens-Frederik Nielsen og Mette Frederiksen í Berlin, og sambært danska kringvarpinum segði danski forsætisráðharrin, at eftir hennara tykki er kreppan í sambandi við amerikanska kravið um at taka Grønland als ikki av. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391