Fleiri grønlendingar kunnu útbúgva seg í verjuni

Fleiri grønlendingar kunnu útbúgva seg í verjuni
Í summar hækkar arktiska støðisútbúgvingin næmingatalið úr 30 upp í 50
Danskir hermenn venja í Grønlandi. Arctic Endurance byrjaði fyri 14 døgum síðani, og verður alt hetta árið.
Mynd: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix  
 
02.02.2026 - 11:44

Fleiri grønlendingar fáa nú møguleika at búgva seg út í verju og tilbúgving.

Í summar hækkar arktiska støðisútbúgvingin næmingatalið úr 30 upp í 50, upplýsir danska verjumálaráðið.

Útbúgvingin er í Kangerlussuaq, og Arktisk Kommando, sum er høvussæti hjá donsku verjuni í Grønlandi, stendur fyri útbúgvingini.

Útbúgvingin tekur eitt hálvt ár, og síðani eru møguleikar útbúgva seg víðari í verjuni.

 

Eru við í Arctic Endurance

Higartil hava tvey lið av næmingum lokið støðisútbúgvingina.

Næmingar, sum í løtuni taka útbúgvingina, eru við í hernaðarvenjingini, Arctic Endurance, m.a. saman við donskum hermonnum í Grønlandi.

Arctic Endurance byrjaði fyri tveimum vikum síðani, og venjingin verður alt hetta árið. 

Millum londini, sum eru við í venjingini, er Frakland, Týskland, Svøríki, Noreg, Finnland, Holland, Ísland og Belgia. Danska verjan stendur á odda fyri  Arctic Endurance.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037