Rutte: Russland vísir vantandi vilja til frið

Rutte: Russland vísir vantandi vilja til frið
Nato-aðalskrivarin er i Ukraina í dag. Í morgin verða friðarsamráðingarnar tiknar uppaftur
Mark Rutte, Nato-aðalskrivari, hitti Zelenskyj, forseta, í Kyiv í dag.
Mynd: Genya Savilov/AFP/Ritzau Scanpix  
 
03.02.2026 - 15:20

At Russland heldur fram at leypa á Ukraina vísir vantandi russiska viljan til frið.

Tað segði Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, tá hann hitti ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, í høvuðsstaðnum Kyiv í dag.

Rutte vitjar Ukraina samstundis sum Russland í nátt framdi álop á fleiri ukrainskar býir og orkuverk. Sambært The Kyiv Independent vóru í minsta lagi níggju fólk særd.

 

Avgerandi fyri trygdina

Nato-aðalskrivarin segði í røðu fyri ukrainska tinginum, at stuðulin frá teimum sameindu til Ukraina er ikki at vika. 

- Ukraina er og verður framvegis avgerandi fyri okkara trygd, segði Mark Rutte.

Almenna russiska tíðindastovan Tass skrivar, at álopini í nátt vóru hevnd fyri ukrainsk álop á Russland seinastu tíðina. 

 

Friðarsamráðingar í morgin

Friðarsamráðingarnar um Ukraina millum USA, Russland og Ukraina verða tiknar uppaftur í morgin í Abu Dhabi, skriva ukrainskir og russiskir miðlar. 

- Vit fara at halda fram at økja trýstið á Russland og at halda at veita Ukraina stuðul, segði Mark Rutte. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Mikudag 25. mars
Morgunlestur mikudagur 25.mars 2026
205922
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628