Vænta at Russland fer at økja njósnararvirksemið í Noregi

Vænta at Russland fer at økja njósnararvirksemið í Noregi
Roknað verður við, at njósningin serliga fer at vera í arktisku økjunum í Noregi og við Svalbard, sigur norska trygdartænastan
PST sigur eisini, at russiskar tænastur í størri og størri mun royna at fáa ukrainsk flóttafolk í Noregi upp í fregnartænastu sínar og at fremja herverk.
 
06.02.2026 - 11:18

Roknað verður við, at Russland fer at økja um njósnaravirksemið í Norðurnoregi í ár.

Tað er metingin hjá norsku trygdartænastuni, PST, skrivar norska kringvarpið, NRK.

Roknað verður við, at njósningin serliga fer at vera í arktisku økjunum í Noregi og við Svalbard.

- Norðaru sýslurnar og Svalbard eru serliga áhugaverd, og tí í serligum vanda, tá talan er um njósnaravirksemi, verður sagt.

Sambært norsku trygdartænastuni fer Russland helst við sivilum førum at hava eftirltit við norsku strendurnar og at kortleggja áhugavert undirstøðukervi.

PST sigur eisini, at russiskar tænastur í størri og størri mun royna at fáa ukrainsk flóttafolk í Noregi upp í fregnartænastu sínar og at fremja herverk, skrivar NRK.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129