Danmark minst korrupta landið áttanda árið á rað

Danmark minst korrupta landið áttanda árið á rað
Finnland er nummar tvey, Noreg er nummar fýra og Svøríki nummar seks á listanum hjá Transparency International
Í 2025 er stigatalið hjá Danmark lækkað úr 90 niður í 89 á einum stiga frá 1 til 100.
 
10.02.2026 - 08:35

Áttanda árið á rað er Danmark nevnt sum landið við minst korruptión í almenna geiranum. 

Ársfrágreiðingin frá felagsskapinum Transparency International vísir, at í 2025 er stigatalið hjá Danmark lækkað úr 90 niður í 89 á einum stiga frá 1 til 100. Tess hægri stigatalið er, tess minni korruptur verður almenni geirin mettur at vera.

Finnland er nummar tvey, Noreg er nummar fýra og Svøríki nummar seks á listanum.

Venesuela, Somalia og Suðursudan liggja niðast á listanum við ávikavist 10, 9 og 8 stigum.

Føroyar eru ikki á listanum hjá Transparency International.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037