VÍF stríddi seg í steypafinaluna ímóti treiskum neistum

VÍF stríddi seg í steypafinaluna ímóti treiskum neistum
Heimakvinnurnar vóru aftanfyri allan dystin ímóti einum treiskum neistaliðið, men síðstu minuttirnar stríddu tær seg til javnleikin, sum sendi tær í steypafinaluna
 
15.02.2026 - 19:42

VÍF var bert frammanfyri í ein hálvan minutt av teimum báðum hálvfinalunum ímóti Neistanum, men viðhvørt er tað nóg mikið.

Seina leiðslumálið, sum vestmannakvinnur høvdu við sær úr Havn mikukvøldið, var júst tað, sum sunnudagin sendi tær gulu í steypafinaluna við Tjarnir.

Tað var ikki uttan stríð. Í fyrra dystinum fekk Neistin sera góða byrjan, og so var aftur í Vestmanna. Áðrenn heimaliðið hevði blunkað, hevði Neistin skorað fýra ferðir, og útiliðið helt fast í leiðsluni næstan allan dystin. 

Men tað var bara næstan, tí tá tveir minuttir vóru eftir javnaði Fríða Nolsøe Olsen til 24-24 við einum av sínum 13 málum.

Neistin svaraði aftur eina ferð, men Fríða Nolsøe Olsen javnaði aftur við brotskasti til 25-25, og so var leyst og liðugt. Fagnaðurin var stórur millum tey gulu í høllini, meðan vónbrotið var stórt hjá teimum bláu, sum høvdu verið so nær við.

 

VIF_NEISTIN_ENDI

 

Mótstøðuliðið hjá VÍF næsta vikuskiftið verður Kyndil. Tær grønu vunnu stórsigur í Hoyvík í vikuni, og so nyttaði einki, at H71 vann við einum máli á Hálsi leygardagin.

Hjá monnum spæla Kyndil og H71. Hoyvíkingar smurdu KÍF av í báðum hálvfinalunum, meðan Kyndil tvær ferðir vann sannførandi í grannauppgerðini ímóti Neistanum.

Steypafinalurnar vera við Tjarnir í Hoyvík næsta leygardag og Kringvarpið sendir tær beinleiðis í sjónvarpinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595