Ukraina fær stuðul til orku og verju frá sameindum í Evropa

Ukraina fær stuðul til orku og verju frá sameindum í Evropa
Næstu samráðingarnar millum USA, Russland og Ukraina verða eftir ætlan í morgin og í ovurmorgin í Geneve
Zelenskyj, forseti, á røðarapallinum á trygdarstevnuni í München leygardagin.
Mynd: Liesa Johannssen/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.02.2026 - 08:29

Ukraina hevur gjørt avtalu við sameind í Evropa um nýggjar stuðulspakkar til orku og verjuøkið undan fýra ára degnum fyri russisku innrásina í landið.

Tað boðaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, forseti, frá í gjár á miðlinum X.

- Í München eru vit vorðin samd við leiðararnar í Berlin-bólkinum um ítøkiligar hjálparpakkar til orku- og hernaðarøkið til Ukraina fyri 24. februar, skrivar Zelenskyj.

Á trygdarráðstevnuni í München hitti Zelenskyj leygardagin eisini amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio.

Tað skrivar Kyiv Post.

Sambært ukrainska forsetanum, greiddi hann Rubio frá støðuni á hermótinum, framhaldandi russisku álopunum og avleiðingunum av álopunum á orkukervið í Ukraina.

Teir báðir umrøddu eisini diplomatisku tilgongdina og komandi trílandasamráðingarnar, men Zelenskyj segði tó einki um, hvat ítøkiligt kom fram  á fundinum.

- Tað er umráðandi, at framstig eru um trygdargaranti og búskaparliga endurreising, segði hann.

Næstu samráðingarnar millum USA, Russland og Ukraina verða eftir ætlan í morgin og í ovurmorgin í Geneve.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424