Kina væntar minsta búskaparvøkstur í áratíggju

Kina væntar minsta búskaparvøkstur í áratíggju
Ikki síðani 1991 hevur búskaparvøksturin verið minni enn fimm prosent
Kinesiska tjóðartingið er farið undir nýggja setu.
Mynd: Florence Lo/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.03.2026 - 15:05

Vøksturin í kinesiska búskapinum í ár verður væntandi tann minsti, hann hevur verið í áratíggju, og landið ger seg nú til reiðar til at taka ferðina av búskapinum.

Tað skrivar The Guardian, sum sigur, at kinesisku myndugleikarnir meta gongdina næsta árið at fara at liggja millum 4,5 og fimm prosent. 

Tað er fyrstu ferð síðan 1991, at kinesiski búskaparvøksturin verður mettur til at vera minni enn fimm prosent. Hetta endurspeglar eina strategiska broyting, har farið verður frá einari skipan, sum hevur lagt stóran dent á útflutning, til eina skipan, sum klárar at standa ímóti ristingum, sum koma uttanífrá, skrivar bretski miðilin.

 

Tollkríggið ikki stórvegis ávirkan

Kinesiski forsætisráðharrin, Li Qiang, kunngjørdi búskaparligu málini fyri í ár, tá kinesiska tjóðartingið í morgun fór undir hesa setuna. Í einari røðu, sum hann helt fyri næstan 3.000 umboðum, lýsti hann 2025 sum eitt heilt serligt ár, við djúptgangandi og kompleksari menning, bæði heima og uttanlands.

Hóast tollkríggið hevði stóra ávirkan á veitingina av so at siga øllum, gjørdist árið í fjør tó sera gott fyri Kina, við risastórum yvirskoti á handilsjavnanum.

Á fundinum almannakunngjørdi kinesiska stjórnin eitt uppskot um eina búskaparliga fimmáraætlan, hetta til 2030. Málið er at seta ferð á nýtsluna og at gera meira við nýskapan.

Avgerðin hjá USA at leggja toll á allan heimin, gevur Kina møguleikan at fáa størri leiklut í heimshøpi næstu fimm árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263