Kevin Warsh í uppskoti at gerast tjóðbankastjóri í USA

Kevin Warsh í uppskoti at gerast tjóðbankastjóri í USA
Forsetin hevur innstillað Kevin Warsh, men fyrst skal hann góðkennast í Senatinum
Hvítu húsini hava innstillað Kevin Warsh til nýggjan tjóðbankastjóra í USA. Men fyrst skal hann góðkennast í Senatinum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.03.2026 - 15:18

Hvítu húsini, ella Donald Trump, forseti, hava nú innstillað Kevin Warsh til starvið sum formaður fyri Federal Reserve System, ella The Fed, sum amerikanski tjóðbankin eisini verður kallaður. 

Í einari sera stuttari fráboðan, sum er send Senatinum, stendur at lesa, at Kevin Warsh úr Florida verður innstillaður til formanssessin næstu fýra árini, og so stendur eisini, at hann verður innstillaður til at gerast nevndarlimur í The Fed næstu 14 árini. 

Næsta stigið er, at Senatið skal góðkenna Kevin Warsh. Góðkenningar av hesum slagi kunnu taka tíð, kanska serliga, tá ósemjan millum veingirnar í amerikonskum politikki er so sjónlig, sum hon hevur verið seinastu árini.

Tað er tó lítið sannlíkt, at Senatið vrakar Kevin Warsh. 

 

Rentan stóra ávirkan

Tað er ikki bara sum at siga tað, at taka við sum ovasti leiðarin í amerikanska tjóðbankanum. Rentupolitikkurin hjá amerikanska tjóðbankanum hevur sera stóra ávirkan, ikki bara á amerikanska búskapin, men eisini heimsbúskapin.

Serliga hevur hetta seinasta árið verið baldrut.

 


Jerome Powell hevur verið fyri hvøssum atfinningum. 

 

Jerome Powell, sum varð settur í starvi av Donald Trump í fyrra valskeiðnum, hevur verið fyri sera hvøssum atfinningum frá forsetanum fyri, at Tjóðbankin ikki hevur lækkað rentuna.

Sjálvt um tað er forsetin, sum tilnevnir nevndarformannin í Tjóðbankanum, og Senatið, sum góðkennir hann, er tætt skott ímillum stjórnina og Tjóðbankan. Stjórnin hevur tí onga ávirkan á rentupolitikkin, og tað er tað, sum forsetin hevur verið misnøgdur við seinasta árið.

Ikki er greitt, nær Senatið fer undir at góðkenningartilgongdina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229