Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin varðveita fólkatingssessirnar

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin varðveita fólkatingssessirnar
Veljarakanning vísir, at Javnaðarflokkurin fær sløk 38 prosent av atkvøðunum, og Sambandsflokkurin fær 28 prosent
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin varðveita fólkatingssessirnar, vísir veljarakanning.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.03.2026 - 14:40

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin varðveita fólkatingssessirnar.

Tað vísir veljarakanningin, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarp Føroya og Portalin í gjár.

Spurt varð, hvønn flokk fert tú at velja á fólkatingsvalinum tann 24. mars.

Javnaðarflokkurin fær sløk 38 prosent av atkvøðunum, og Sambandsflokkurin fær 28 prosent.

 

 

Fólkaflokkurin og Tjóðveldi afturgongd

Sløk 15 prosent av teimum spurdu ætla at velja Fólkaflokkin, og stívliga 14 prosent fara at velja Tjóðveldi.

Báðir flokkarnir ganga eitt vet aftur samanborið við fólkatingsvalið seinast. Stívliga tvey prosent ætla at velja Miðflokkin á fólkatingsvalinum. 

Undirtøkan fyri Javnaðarflokkinum veksur 9,5 prosent. Afturímóti minkar undirtøkan fyri Sambandsflokkinum stívliga tvey prosent.

Fólkatingslimirnir, Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale, stilla uppaftur.

Framsókn stillar ikki upp til fólkatingsvalið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846