Fleiri lond vilja tryggja farleiðina í Hormuz-sundinum

Fleiri lond vilja tryggja farleiðina í Hormuz-sundinum
Í felags yvirlýsing siga londini, at tey vilja arbeiða fyri at stabilisera oljumarknaðin
Tangaskip í Flógvanum, nærindis Hormuz-sundinum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.03.2026 - 14:41

Bretland sigur seg vera til reiðar at hjálpa til at tryggja farleiðina hjá skipum gjøgnum Hormuz-sundið.

Tað skrivar Sky News.

Í yvirlýsing saman við leiðarunum í Fraklandi, Týsklandi, Italia, Niðurlondum og Japan sigur Bretland eisini, at tey vilja arbeiða fyri at stabilisera orkumarknaðirnar.

Í felags yvirlýsingini stendur:

- Vit fordøma hvassliga seinastu álopini hjá Iran á óvápnað handilsskip í Flógvanum, álop á sivilt undirstøðukervi, eitt nú olju- og gassleiðingar, og at iranskar deildir hava stongt Hormuzsundið.

- Vit eru sera stúrin um vaksandi ósemjuna. Vit heita á Iran um alt fyri eitt at gevast við sínum hóttanum, minu-, dronu- og rakettálopum og øðrum royndum at steingja Hormuzsundið fyri handilsligari skipaferðslu, og um at halda samtykt nummar 2817 hjá ST-trygdarráðnum.

- Hetta verður helst gjørt fyri forða fyri, at oljan gerst uppaftur dýrari, sigur tíðindamaðurin hjá TV2, Rasmus Tantholdt:

 

19032026_Tantholdt

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918