Fólkatingsvalið: Javnaðarflokkurin fær 40 prosent av atkvøðunum

Fólkatingsvalið: Javnaðarflokkurin fær 40 prosent av atkvøðunum
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin varðveita fólkatingsessirnar, vísir kanning, sum Spyr. fo hevur gjørt fyri Portalin og FM1
Alt bendir á, at Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg varðveita fólkatingsessin eftir valið í morgin.
 
23.03.2026 - 15:19

Veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin og FM1, vísir, at 40 prosent av teimum spurdu, ætla at atkvøða fyri Javnaðarflokkinum á fólkatingsvalinum í morgin.

Framgongdin er næstan 12 prosentstig, samanborið við seinasta fólkatingsval.

Hóast afturgongd, stendur Sambandsflokkurin at fáa hin fólkatingssessin.

Sambandsflokkurin fær í kanninginin 24,5 prosent, og tað eru 5,7 prosentstig minni enn á seinasta fólkatingsvali.

Sostatt bendir alt á, at Sjúrður Skaale í Javnaðarflokkinum og Anna Falkenberg í Sambandsflokkinum verða vald aftur í fólkatingið.

Kanningin vísir, at Tjóðveldi fær 17,3 prosent av atkvøðunum og Fólkaflokkurin 16 prosent.

 

Heilt aftur til 1953

Portalurin skrivar, at  vit skulu heilt aftur til 1953, at flokkar hava fingið meira enn 40 prosent av atkvøðunum.

Tá stillaðu tríggir flokkar upp til fólkatingsval.

Sambandsflokkurin fekk 45 prosent av atkvøðunum og Johan Poulsen valdan.

Petur Dam var valdur fyri Javnaðarflokkin, sum fekk 44,6 prosent av atkvøðunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628