Greta Svabo Bech, Marius DC og Marianna Winter til The Great Escape

Greta Svabo Bech, Marius DC og Marianna Winter til The Great Escape
Enn einaferð verður ein stór føroysk innrás í Suðuronglandi í mai, tá ein røð av føroyskum tónlistanøvnum fara at spæla á The Great Escape-tónleikafestivalinum. 
 
31.03.2026 - 15:05

The Great Escape hevur nú almannakunngjørt, at føroysku nøvnini, Greta Svabo Bech, Marius DC og Marianna Winter, eru millum tey, ið fara at framføra á festivalinum í ár

"Beint nú vita vit ikki nágreiniliga, hvussu nógvar konsertir, ið tey føroysku nøvnini fara at spæla tilsamans, meðan tey eru í Onglandi," sigur Glenn Larsen, stjóri í Faroe Music Export (FMX).

"Men tað verða minst átta - kanska ellivu."


Greta Svabo Bech framførir sangin "Over The Moon", ið verður at finna á hennara debutplátu, "Beautiful Obscenery", sum kemur út 17. apríl.

 

21 konsertir í fjør

Í fjør vóru heiti átta føroysk tónlistafólk og -bólkar á The Great Escape, og tá vóru eisini fleiri eftirfylgjandi konsertir í London vikuna aftaná. Tá samanum kom, endaði tað við, at føroysku tónlistanøvnini framførdu heili 21 konsertir í Suðuronglandi í fjør.

"Hetta stóra talið er heilt út yvir tað vanliga og sjálvsagt er hetta nakað, ein ikki eigur at kunna vænta úr einum so lítlum landi sum okkara. Men vit vísa aftur í ár, at vit hava meira enn nóg mikið av talentum, og at tað alla tíðina koma nýggj nøvn, ið hava uppiborið at fáa pláss á festivalum og pallum uttanlands. Fyri nøkrum árum síðani hevði tað helst verið óhugsandi at ímynda sær, at tað yvirhøvur bar til," sigur Glenn Larsen, stjóri í FMX. 


Sangurin "Patio" hjá Marionnu Winter verður partur av komandi heildarútgávuni hjá henni, “The More You Know”, sum kemur út 29. mai.

 

Brighton snúðningsdepilin

Flestu konsertirnar verða spældar í Brighton á tí vælumtókta The Great Escape Festival, ið verður 14. - 16. mai, har øll tónlistnøvnini fara at spæla tvær konsertir hvør.

Umframt hetta, so vónar FMX eisini at fáa upp í lag, at konsertir verða í tí víðagitna plátuhandlinum hjá plátufelagnum Bella Union, ið er plátufelagið hjá m.a. Father John Misty, Beach House, Susanne Sundfør, John Grant, o.ø.

19. mai gongur leiðin til London, har konsertir verða í Colours Hoxton í tí vælumtókta grannalagnum Shoreditch.

 

Umframt hesar konsertirnar verður ein móttøka, har fólk úr altjóða tónleikavinnuni eisini verður boðin við. Móttøkan verður fyrireikað í samstarvi við Music Iceland, ið verður umboðað av tveimum íslendskum tónlistanøvnum.

FMX boðar í tíðindaskrivinum eisini frá, at føroyingar fara at vera umboðaðir á Jazzahead! í Bremen í apríl, á SPOT Festivalinum í Århus í mai. Og roknað verður við, at fleiri føroysk tónlistafólk fara at spæla á Reeperbahn Festival, Iceland Airwaves, Waves Vienna, Nürnberg Pop og á fleiri øðrum festivalum og tiltøkum í ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539