Ferðavinnan gav 1,4 mia. kr. í 2025, men stígur komin í ferðafólkatalið

Ferðavinnan gav 1,4 mia. kr. í 2025, men stígur komin í ferðafólkatalið
130.000 útlendsk ferðafólkum komu til Føroya í 2025 og okkurt bendir á, at ferðafólkatalið veksur ikki longur. Men inntøkurnar frá ferðavinnuni veksa framvegis
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.04.2026 - 09:47

Sambært ársfrágreiðingini hjá VisitFaroeIslands so komu 1,4 milliardir krónur inn frá ferðavinnuni í 2025.

Samanbera vit við 2024, so fingu vit í Føroyum fleiri krónur burturúr teimum vitjandi enn vit gjørdu árið undan.

Í miðal fingu vit umleið 9.700 krónur frá hvørjum vitjandi í 2025, meðan miðaltalið í 2024 var slakar 8.900 krónur. Altso ein vøkstur uppá 800 krónur frá hvørjum ferðandi í 2025.

 

LES EISINI: Ársfrágreiðing 2025, Visit Faroe Islands

 

160 mió. kr. í stutttíðarleigu

Í 2025 hava vit fyri fyrstu ferð fingið hagtøl yvir stuttíðarleigu í Føroyum, sum var 160 milliónir krónur.

Umleið 1200 bústaðareindir vóru tøkar til ferðavinnuna í 2025 - íbúðir, kømur, neyst ella húsvognar.

Inntøkan frá stuttíðarleigu var tilsamans 160 mió krónur í 2025 deilt út á góðar 132.000 leigumálsnætur. 

Miðalprísurin fyri eina nátt í einum føroyskum airbnb ella booking.com leigumáli var sostatt umleið 1200 krónur. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

600 fólk starvast í ferðavinnuni

Tá alt verður talt saman, so var útflutningsvirðið í ferðavinnuni 1,4 milliardir krónur í 2025 - ella í 7,6% av samlaða útflutninginum hjá Føroyum.

Til samanberingar so var umsetningurin hjá Tórshavnar Kommunu í 2025 neyvt sama tal. 1,4 milliardir krónur. 

Sambært ársfrágreiðingini hjá Visitfaroe Islands, so starvaðust 600 fólk í ferðavinnuni í 2025 - og tað eru 20 fleiri starvsfólk enn í 2024, tá 580 starvsfólk starvaðust í ferðavinnuni. 

70% ella gott 400 av teimum starvsfólkunum eru kvinnur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776