Stórur áhugi fyri Tonik, sum er fyri fjórðu ferð

Stórur áhugi fyri Tonik, sum er fyri fjórðu ferð
Meira enn 700 fólk luttaka á ráðstevnuni Tonik, sum er hesa vikuna, harav 200 útlendingar.
Sóley Heradóttir Hammer, Greg Worley og Susanna Laursen skipa fyri Tonik
 
07.05.2026 - 13:13

Fríggjadagin verður ráðstevnan Tonik fyri fjórðu ferð. Talan er um ráðstevnu har vinnulív, íverksetan og tøkni eru í hásæti, men eisini list og kreativitetur spælir ein stóran leiklut.
Endamálið við stevnuni er millum annað at skapa ein pall, har fólk kunnu hittast fyri at fáa íblástur og deila hugskot og hugsanir. 

 

Rebecca Rógadóttir Petersen, ið hevur gjørt hesa ballóninstallatiónina, er eitt av listafólkunum, ið luttaka á Tonik

 

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri Tonik, og saman hava tey ment eitt konsept, har kreativitetur og list mynda vinnulívsráðstevnuna: 

- Sera nógv dugnalig listafólk eru í Føroyum, og kreativitetur er neyðugur fyri nýskapan í vinnulívinum. Tí valdu vit at leggja dent á bæði vinnulív, íverksetan, tøkni, kreativitetet og  list, tá vit mentu ráðstevnuna. Hetta skilir eisini Tonik frá øðrum vinnulívsráðstevnum, og er nakað sum útlendingar hava lagt til merkis og tykjast at dáma, siga fyriskipararnir Sóleyg Heradóttir Hammer, Súsanna Laursen og Greg Worley. 

 

Fyriskipararnir leggja stóran dent á list og listprýði fyri at skapa eitt inspirerandi umhvørvi har sambond og hugskot kunnu mennast


Stórur áhugi fyri Tonik úr útlandinum
Yvirskriftin fyri Tonik í ár er "The next wave", og í ár verður dentur lagdur á innovatión, nýskapan og hvussu nýggir tankar og tøkni eru við til at skapa framtíðina. 

Skráin fevnir um eini 36 fyrilestrarhaldarar og fólk, ið eru við í pallborðskjakum og 15 listafólk. Fyrireikararnir vænta yvir 700 luttakarar í ár, og 200 av teimum eru útlendingar.

 

Sigrun Gunnarsdóttir, er millum listafólkini, ið luttaka á Tonik.


Fleiri av teimum, ið halda fyrilestrar, eru nógv umbiðin uttanlands - eitt nú Ajit Jaokar, ráðgevi innan AI, Sander Hoogendoorn, tøknistjóri í IBOOD, Ernesto Ciorra, ráðgevi innan nýskapan, burðardyggleika, kreativitet og virkismenning og Steve Rader,  ið starvast hjá NASA og sum ráðgevi.  

- Vit merkja at fleiri fólk kenna til Tonik, nú ráðstevnan hevur verið í nøkur ár, og áhugin hjá altjóða viðurkendum fyrilestrarhaldarum at koma á Tonik er stórur, siga fyriskipararnir Sóleyg Heradóttir Hammer, Súsanna Laursen og Greg Worley.

 

 

Lurta eftir samrøðu við Sóleyg Heradóttir Hammer og Súsannu Laursen, fyriskiparum:

 

1811290

 

Til ber at lesa meira um tiltakið á tonik.fo

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762