Fer ikki til móttøku í nýggjum amerikanskum konsuláti

Fer ikki til móttøku í nýggjum amerikanskum konsuláti
Sambært Sermitsiaq hava nógv teirra, sum eru boðin, svarað nei takk
Jens-Frederik Nielsen er landsstýrisformaður í Grønlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.05.2026 - 14:59

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, verður ikki hjástaddur, tá nýggja amerikanska konsulátið í Nuuk letur upp í morgin.

Tað sigur hann við Sermitsiaq.

Í sambandi við upplatingina verður stór móttøka.

Landsstýrið hevur sum so ikki tikið nakra avgerð um ikki at fara.

Jens-Frederik Nielsen veit ikki, um onkur í landsstýrinum fer til móttøkuna.

Sambært Sermitsiaq hava nógv teirra, sum eru boðin, svarað nei takk.

Naaja H. Nathanielsen, fólkatingslimur, segði mánadagin, at hon tekur ikki av innbjóðingum frá amerikanska konsulátinum í Grønlandi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391