Eyðun og Atli: Sáttmálasamráðingarnar byrjaðar

Eyðun og Atli: Sáttmálasamráðingarnar byrjaðar
Samráðingarnar um nýggjan sáttmála millum Eyðun Klakstein og Fótbóltssambandið eru byrjaðar
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen eru farnir undir samráðingar við FSF um nýggjan sáttmála
 
21.05.2026 - 11:02

Samráðingarnar millum Eyðun Klakstein og Fótbóltssamband Føroya um nýggjan sáttmála eru byrjaðar.

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen vóru settir sum venjari og hjálparvenjari tíðliga í 2025, og tvey ára sáttmálin gongur út, tá Nations League-kappingin í vetur er liðug.

Á tíðindafundi fyrrapartin avdúkaði landsliðsvenjarin, at núverandi venjaratoymið og FSF eru farin undir samráðingar um at leingja sáttmálan.

Christian Andreasen, FSF-forsetin, hevur sagt alment, at FSF vil hava Eyðun Klakstein at halda fram, og landsliðsvenjarin segði, at hann er áhugaður, um til ber at finna eina semju.

 - Vit hava havt fyrsta fundin um ein nýggjan sáttmála, og har er samskifti í gongd. Vit eru ikki komin á mál, segði Eyðun Klakstein

Fyrsti sáttmálin var bert tvey ár til longdar, og landsliðsvenjarin segði, at ein nýggjur sáttmáli skal vera minst tvey ár. 

 - Samstarvið hevur gingið væl, og tá tú skalt víðari, er altíð okkurt hjá okkum og okkurt hjá FSF, sum tú mást tosa um. Eg veit ikki, hvat áramál vit koma til, men tað, sum vit diskutera, er í øllum førum tvey ár afturat, segði Eyðun Klakstein.

Undir leiðslu av Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen vunnu Føroyar fýra av teimum átta dystunum í HM-undankappingini í fjør m.a. ímóti Kekkia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541