Brandenborg bað farvæl við norska meistaraheitinum

Brandenborg bað farvæl við norska meistaraheitinum
Liðskiparin hjá føroysku hondbóltskvinnunum, Pernille Brandenborg, segði farvæl í Storhamar við finalusigri og meistaraheitið, áðrenn leiðin gongur til rumenskt stórlið
Pernille Brandenborg takkaði fyri seg í Storhamar við norskum meistaraheiti
Mynd: Storhamar  
 
31.05.2026 - 17:49

Pernille Brandenborg bað farvæl í Storhamar við gullinum um hálsin.

Saman við liðfeløgunum vann liðskiparin á føroyska hondbóltslandsliðnum nevniliga á Sola í avgerandi finaludystinum og tryggjaði sær norska meistaraheitið í fyrstu royndini, áðrenn leiðin gongur til Rumenia.

Triðja finalan sunnudagin endaði 28-23 til Storhamar, sum við fyrsta plássinum eisini tryggjar sær atgongd til Champions League næsta kappingarár.

Tá verður Pernille Brandenborg ikki í felagnum. Í januar gjørdist greitt, at strikuspælarin skal spæla við rumenska stórliðnum CSM București næstu tvey árini. CSM, sum endaði á 2. plássi í rumensku deildini í ár, skal spæla hálvfinalu í Champions League ímóti Metz um eina viku.

 - Eg havi havt tað sera gott í Storhamar, men tá tú fært ein slíkan møguleika at stíga eitt fet longur upp á yrkisleiðini, mátti eg taka av, segði Pernille Brandenborg í januar.

SÍ EISINI: Ov gott at siga nei til

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098

Annað frá KVF