Fer at hava jaligt samstarv við nýggju stjórnina

Fer at hava jaligt samstarv við nýggju stjórnina
Sambandsflokkurin á fólkatingi hevur fingið fleiri ynski í samgonguskjalið
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
 
03.06.2026 - 13:02

- Vit fara at samstarva jaligt við nýggju donsku stjórnina.

Tað sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, í sambandi við, at nýggj stjórn er skipað í Danmark. 

Hon vísir á, at fleiri ynski frá Sambandsflokkinum á fólkatingi eru komin við í samgonguskjalið. 

Eitt nú at danska stjórnin fer at arbeiða fyri føroyskum limaskapi í Altjóða Olympisku Nevndini, tryggja betri rættindi til føroysk lesandi í Danmark, og at avgerðir um Føroyar skulu takast í Føroyum. 

 


Anna Falkenberg á fundi við Mette Frederiksen, samráðingarleiðara, um samgonguskjalið. 

 

Eisini stendur í samgonguskjalinum, at danska stjórnin er sinnað at kanna møguleikan fyri ríkisláni til Suðuroyartunnilin. 

Fólkatingsumboð hjá Sambandsflokkinum sita vanliga í tingbólkinum hjá Vinstraflokkinum, sum ikki er í stjórnini. Hetta hevur tó ikki verið ein forðing í samráðingunum, sigur Anna Falkenberg. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

03062026_Falkenberg

 


Sjúrður Skaale.

 

 

Eisini fólkatingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin, Sjúrður Skaale, fegnast um, at føroysku ynskini eru gingin á møti í samgonguskjalinum, millum annað, at:
 
Stjórnin fer at stuðla Føroyum í at fáa betri atgongd til ES marknaðin, at hon er opin fyri at veita ríkislán til ein møguligan Suðuroyartunnil, og at hon vil arbeiða fyri, at føroyskar fyritøkur fáa ágóðan av verjuíløgum í Norðatlantshavi.

Og at stjórnin er sinnað, at knýta ein nýggjan samskiftiskaðal í føroyska fjarskiftisundirstøðukervið, so hann eitt nú kann brúkast av Føroya Tele.

Tað sigur Javnaðarflokkurin á fólkatingi í tíðindaskrivi.

.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846