Iran og USA skriva undir friðaravtaluna fríggjadagin

Iran og USA skriva undir friðaravtaluna fríggjadagin
Iranskir myndugleikar siga, at landið hevur "noytt USA at góðtaka friðaravtaluna"
Donald Trump, forseti, fylti 80 í gjár, og sama dag var friðaravtala gjørd við Iran.
Mynd: Joe Raedle/AFP/Ritzau Scanpix  
 
15.06.2026 - 07:47

- Avtalan við Islamiska lýðveldið Iran er nú liðug.

Tað skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, á egna miðli sínum í gjárkvøldið,  sama dag, sum hann fylti 80 ár.

Forsætisráðharrin í Pakistan, Shehbaz Sharif, váttar eisini, at Iran og USA hava gjørt eina avtalu.

- Báðir partar hava alt fyri eitt lýst varandi enda á hernaðarligum átøkum á øllum hermótum, eisini í Libanon, sigur Sharif.

Reuters endurgevur almenna iranska sjónvarpið fyri at siga, at Iran hevur "noytt USA at góðtaka friðaravtaluna".

Byrjað verður nú við einum 60 daga vápnahvíldartíð, meðan samráðingarnar um varandi friðaravtalu halda fram.

Avtalan verður alment undirskrivað fríggjadagin 19. juni.

Iranskir myndugleikar siga, at Hormuzsundið letur ikki uppaftur, fyrr enn avtalan er undirskrivað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974