Brakklegging eftir ILA verður stytt úr seks niður í tríggjar mánaðir

Brakklegging eftir ILA verður stytt úr seks niður í tríggjar mánaðir
Vinnumálaráðið hevur broytt reglurnar um niðurberjing og eftirlit við ILA
Mynd: Savnsmynd  
 
18.06.2026 - 13:58

Við nýggju kunngerðini verður kravda brakkleggingartíðin fyri alibrúk og rakstrareindir, har ILA er staðfest, stytt úr seks mánaðum og niður í tríggjar mánaðir. 

Broytingin er gjørd við einari broyting í kunngerðini frá 2005 um niðurberjing og eftirlit við ILA. 

ILA er ein álvarslig virussjúka hjá laksi, og higartil hava alibrúk, har sjúkan er staðfest, skulað ligið brakk í seks mánaðir eftir niðurberjing. Við nýggju reglunum verður hetta tíðarskeiðið nú helvtina styttri. 

Sambært kunngerðini frá Vinnumálaráðnum, so kemur broytingin í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846