- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samanhaldið merkist á grønlendska tjóðardegnum

Í dag er tjóðardagur Grønlands, og samanhaldið millum grønlendska fólkið merkist serliga væl ein dag sum í dag, nú spenta støðan millum Grønland og USA hevur fylt so mikið nógv seinasta árið.
Tað sigur Jákup Emil Hansen, formaður í Føroyingafelagnum í Nuuk.
Hann er giftur til Grønlands, hevur búð í Nuuk í tíggju ár.
Sambært honum merkist spenta støðan millum Grønland og USA serliga væl á tjóðardegnum.
Samanhaldið vísir seg
Tað var í fjør, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í fleiri umførum úttalaði seg alment um at vilja eiga Grønland.
Í januar í ár svaraði grønlendska fólkið aftur við eini stórari mótmælisgongu í Nuuk, og tað er eftir hesa, at mann í Grønlandi serliga hevur upplivað størri samanhald millum grønlendska fólkið, sigur Jákup Emil Hansen.
- Fólk eru meira tilvitað um at hava sítt egna flagg, so fólk flagga meira enn fyrr.
Í síni heild er tjóðardagurin ein stórur dagur, men keðiliga veðrið í ár setur ein øðrvísi dám á dagin.
Dagurin byrjar tíðliga
Longu klokkan hálvgum átta á morni byrjar dagurin við skrúðgongu, og tá er Føroyingafelagið í Nuuk eisini við.
Røður verða hildnar, og so er sangur og tónleikur eisini á skránni. Men nakað heilt serligt er kópakappingin.
Eftir skrúgonguna skjýtur Arktisk Kommando nøkur kanónsløg, og á síðsta slagnum fara eini fimti jollur klárar at vera við í eini kapping um at skjóta kóp.
Kann illa samanberast við ólavsøkuna
Grønlendski tjóðardagurin stavar frá 1986, og er tí ein nýggjari siðvenja enn ólavsøkan, sigur Jákup Emil Hansen.
Sum vit kenna tað her heima koma føroyingar úr øllum ættum til Havnar at halda ólavsøku.
Soleiðis er ikki í Grønlandi. Landið er so mikið stórt, at tað ikki er gjørligt at ferðast millum býir á sama hátt.
Tí heldur hvør býur tjóðardagin á sín egna hátt. Tó er tað vanligt, at mann eisini í Grønlandi fer í tjóðbúnan á degnum.
Hoyr innslagið um grønlendska tjóðardagin niðanfyri:




























