Tørvur á serstakari lóg um árinsmetingar

Tørvur á serstakari lóg um árinsmetingar
Náttúra hvørvur allatíðina orsakað av útbyggingum, og ofta er ógreitt, hvat verður mist, tí krøvini um árinsmetingar eru ov lin, heldur Sigga Jacobsen, deildarleiðari.
Mynd: Uni Arge  
 
11.07.2026 - 08:00

Náttúruverndarlógin frá 2024 ásetir, at margfeldið og vistfrøðiligu skipanirnar í náttúruni skulu røkjast fyri náttúruna sjálva. Eisini ásetir lógin, at náttúran skal røkjast sum grundarlag undir burðardyggum virksemi, tilfeingi, mentan, heilsu og trivnaði.

At tað stendur í lógini, at náttúran skal kunna vera náttúra, er eitt framstig, tí var náttúran bara til hjá menniskjum at brúka, var talan um ein sera avmarkaða náttúrufatan, segði Sigga Jacobsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, í 1. parti í útvarpsrøðini ”Oyggjar undir trýsti”.

Samstundis staðfesti hon, at náttúran er ikki nóg væl vard, tí ongin sjálvstøðug lóg um árinsmetingar er í gildi í Føroyum. Tílík krøv eru bara í ymsum serlógum, eitt nú elveitingarlógini, kolvetnislógini, havumhvørvislógini og lógini um Suðuroyartunnilin.

- Í øðrum londum hava tey eina sjálvstøðuga lóggávu um árinsmetingar, har eitt yvirlit er yvir sløg av verkætlanum, sum krevja ítøkiligar og strategiskar árinsmetingar. Vit síggja ein stóran tørv á at fáa ein serstaka lóg um árinsmetingar í Føroyum, tí vit missa jú náttúru og vita ikki, hvat vit missa, tí onki er skrásett, segði Sigga Jacobsen.

Hon varð síðan spurd, um ov nógv náttúra verður mist í Føroyum, tí ongin tílík lóg er í gildi í Føroyum. Sigga Jacobsen svaraði:

- Tað er ilt at siga, men vit vita, at verkætlanir fara fram, uttan at gjørdar verða árinsmetingar, og tað merkir, at vit vita ikki, hvat vit missa. Tað er týðiligt, at vit missa lendi, har ongin skráseting er, og har ikki verður planlagt eftir náttúru og umhvørvi.

 

 

 

Hvat: Oyggjar undir trýsti
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Hoyr fyrsta part av fýra her:

1820268

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688