SÚF-formaðurin: Útróður er sunnur og burðardyggur partur av fiskivinnuni

SÚF-formaðurin: Útróður er sunnur og burðardyggur partur av fiskivinnuni
Teir flestu útróðrarbátarnir koma til lands við blóðgaða fiskinum sama dag, sum hann er fiskaður. Alt verður fingið ti høldar, og raksturin er sum heild umhvørvisvinarligur
Fiskidagaskipanin er 30 ár og eigur at eftirmetast, øll sum hon er, heldur Jógvan Trondesen Andreasen, formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag
Mynd: Savnsmynd  
 
22.07.2026 - 20:00

Jógvan Trondesen Andreasen, formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag, SÚF, leggur dent á, at útróðurin er ein sunnur og burðardyggur partur av føroysku fiskivinnuni

Hann fegnast um teir 750 eyka fiskidagarnar, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum hevur tikið stig til við lóg at lata bólki 5B í ár, men hann vónar, at næsta stigið er ein varandi loysn, sum javnsetir allan bólk 5 við hinar veiðibólkarnar. Serliga tá tað snýr seg um møguleikan at flyta óbrúktar dagar í einum fiskiári til árið eftir.

SÚF-formaðurin heldur eisini, at øll fiskidagaskipanin, ið fyllir 30 ár í ár, eigur at eftirmetast, nú landsstýrismaðurin hevur biðið ICES um at eftirmeta umsitingarætlanina og veiðiregluna, sum verða brúkt sum grundarlag fyri árligu útlutingini av fiskidøgum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

1823655

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846