Vilja hjálpa fólki at gjalda olju

Vilja hjálpa fólki at gjalda olju
Sjálvstýri og Tjóðveldi halda, at orka er so dýr, at neyðugt er at hjálpa fólki at gjalda fyri hana
Oljan er framvegis dýr.
 
04.08.2026 - 08:18

Sjálvstýri og Tjóðveldi halda, at orka er so dýr, at neyðugt er at hjálpa fólki at gjalda fyri hana.

Flokkarnir hava tí uppskot um at broyta lógina um familjuískoyti og lógina um ferðastuðul.

Í øðrum uppskotinum hækkar ískoyti til orku úr 5.000 krónum upp í 12.000 krónur í ár. 

Inntøkumarkið og ognarmarkið skulu eisini hækka.

Hetta fer at kosta landskassanum 3,8 mió. kr., sum verða fíggjaðar við eykajáttanarlóg. 

Flokkarnir báðir hava eisini uppskot um at hækka ferðastuðulin, so hann gevur 1100 krónur meira í ár. 

Tað fer at kosta landskassanum fimm milliónir í 2027.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025