- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gevandi samstarv um ný-klassiskan tónleik

Afturvendandi og víðfevnda tónleikatiltakið "Summartónar" er enn. Konsertirnar byrjaðu 1. mai og eru heilt til 6. september, og í dag eru fleiri konsertir á skránni.
Ein teirrra er útgávukonsert av "Hvørjum angar rúmdin av", sum TUTL gav út í mai.
Tað eru Urd Johannesen og Kári Jacobsen, sum hava tikið stig verkætlanina. Tey bæði samstarvaðu eisini um útgávuna Rangvørg, sum kom út í 2023, har Birita Poulsen, sopranur, syngur. Rangvør vann eina FMA virðisløn fyri bestu kompositión.
Nú hava tey aftur funnið samstarvsstevið, og úrslitið er ný-klassiska útgávan "Hvørjum angar rúmdin av". Urd Johannesen hevur skrivað tekstirnar, og Kári Jacobsen hevur gjørt løgini.
Nýggja útgávan fevnir um fimm sangir við heitunum: "Onkustaðni millum hjartað og rødd", "Hví er rødd tín tagnað", "Hvørjum angar rúmdin av", "Úr luftini" og "Sólsetur á eygnabrá".
Tónleikastílurin flytir seg frá tí siðbundna til tað meiri eksperimenterandi, nútímans og óbundna úttrykkið. Tekstirnir fara í ymsar ættir; frá introvertum og ítøkiligum tankum um at missa ein av sínum kæru, til meira abstraktar hugaroyndir.
Urd og Kári hava fingið viðukenda føroyskt/norsku sopranin Hanne Marit Mordal Iversen at tulka og syngja teir fimm sangirnar:
- Tað hevur verið eitt spenanndi og gevandi samstarv, og vit vóru sera fegin um, at Hanne Marit játtaði at syngja á útgávuni, sigur Kári Jacobsen.
Tað er Finnur Hansen, sum hevur gjørt upptøkurnar til úgváuna, ljóðblanda og frumbanda, og Bárður Dahl Christiansen hevur gjørt permuna.
Útgávukonsert, Söderlind og Ravel
Í kvøld verður útgávukonsert kl. 20.30 í Finsen, har øll løgini verða framførd, og haraftrat framførir Hanne Marit nøkur verk saman við klaverleikaranum Damien Heemskerk seks onnur verk. '3 songar til dikt av Åse Marie Nesse' eftir norska tónaskaldið Ragnar Söderlind og 'Trois poemes de Mallarmé' eftir franska Maurice Ravel.
Eisini verður okkurt at hoyra úr fyrru útgávuni hjá Kára Jacobsen og Urd Johannesen, 'Rangvørg'.
Lurta eftir samrøðuni við Urd, Kára og Hanne Marit, sum var í sendingini Summarmorgun.
























