- Tíðindi, mentan og ítróttur
Snultari funnin í føroyskum seyði

Ein nýggj vísindalig kanning staðfestir nú fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð, at føroyskur seyður ber andevni ímóti snultaranum Toxoplasma gondii.
Kanningin vísir, at smittan er sjáldsom, bert 3,3 prosent av kannaða seyðinum hevði andevni í sær. Men verður hugt nærri at tølunum, kemur eitt týðiligt mynstur fram: So at siga ongin smitta var funnin í lombum ella veðrum, men millum tær fullvaksnu ærnar vóru heili 19 prosent smittaðar. Tær fýra ærnar, ið høvdu andevni, vóru millum sjey og ellivu ára gamlar.
Hetta aldursbýtið bendir á, at jú eldri seyður er, jú størri sannlíkindi eru fyri smittu.
Granskararnir funnu smittaðar ær í trimum ymiskum hagapørtum kring landið, og tað vísir, at talan ikki er um eitt avmarkað øki, men at snultarin finst í øllum hagapørtum.
Hvat er toxoplasmosa?
Toxoplasma gondii er snultari, sum elvir til sjúkuna toxoplasmosa. Sjúkan er ein sokallað soonosa, sum merkir, at hon kann smitta millum djór og menniskju. Ketta er endaverturin hjá snultaranum, og tað er einans ketta, ið skilur óbúnar eggkyknur (oocystur) úr snultaranum gjøgnum skarnið.
Seyður er eitt millumlið hjá snultaranum, og hann er kendur fyri at gera, at ær kastar burtur (aborterar) og føðir deyðfødd lomb.
Hjá menniskjum gevur smittan oftast ongi ella bert mild krímtekin, men hon kann vera sera vandamikil fyri tað ófødda barnið, serliga um kvinnan verður smittað undir barnsburði. Fólk kunnu smittast antin beinleiðis frá dálkaðum umhvørvi ella við at eta kjøt frá smittaðum djóri, sum ikki er hita- ella frostviðgjørt. Í Føroyum, har nógv skerpikjøt og turt kjøt verður etið uttan hitaviðgerð, vísa granskararnir á, at hetta kann hava týdning fyri matvørutrygdina, og at tað eigur at verða kannað nærri.
(Mynd: Kári Sólstein) Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði.
Hvussu var kanningin gjørd?
Blóðroyndir frá 122 seyðum vóru savnaðar frá heystskurðinum í 2022. Seyðurin kom úr 14 ymiskum hagapørtum kring Føroyar.
Á rannsóknarstovu vóru blóðroyndirnar kannaðar og síðani var mátað, um djórið hevði ment andevni ímóti snultaranum.
Er vandi fyri smittu?
- Vandi fyri smittu er ikki serliga stórur, tí bert 3,3% av seyðinum er smittaður. Vit funnu ongi smittað lomb, men 20% av ónum vóru smittaðar. Ærskjøt verður oftani malið ella kókað, og tá ið kjøt verður hitaviðgjørt, doyr snultarin. So kjansurin fyri smittu av seyði er sera lítil, sigur Eyðfinn Magnussen, granskari.
(Savnsmynd) Toxplasmosu í mikroskop
Er haran smittað?
- Vit hava kannað umleið 500 harur úr 50 hagapørtum runt um í landinum. Og har høvdu bara 6 út av 496 toxiplasmosu, sum svarar til umleið 1,2%. Smittaðu harurnar komu úr øllum landinum, bæði Viðoy, Streymoy, Vágum og Nólsoy, og flestastaðni funnu vit bara eina smittaða haru. Tó so, skal mann vera í handskum, tá ið mann flettur haru, og mann skal vaska sær væl aftaná, sigur Eyðfinn.
Útiløgukettur eru stóri smittuberarin
Vit hava kannað 73 kettur úr 20 bygdum og býum í Føroyum. Av teimum vóru 14 smittaðar, sum svarar til umleið 19%. Men hyggja vit at húskettum og útiløgukettum, so vóru bert 8% av húskettunum smittaðar, men 70% av útiløgukettunum, sigur Eyðfinn Magnussen, granskari.
Granskararnir, sum standa fyri greinini, eru Eyðfinn Magnussen og Sunnvør í Kongsstovu frá Fróðskaparsetri Føroya, djóralæknin Bergur Hanusson og Pikka Jokelainen frá Statens Serum Institut í Keypmannahavn.
Hoyr meira um kanningina og snultaran Toxoplasma gondii í nýggjasta partinum av Vitan.



























