Føroyar fingu ikki limaskap

Føroyar fingu ikki limaskap
WorldSkills International er bara fyri fullveldi
Vitjanin í Shanghai var eitt stig á leiðini í arbeiðinum fyri at geva føroyskum ungdómi atgongd til altjóða yrkisførleikakappingar undir egnum flaggi
 
28.09.2026 - 06:40

Hóast Føroyar ikki fingu limaskap, var ferðin væleydnað. 

Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, sum hevur verið í Shanghai í Kina sum alment umboð fyri Føroyar á stóra altjóða yrkisførleikatiltakinum WorldSkills. 

Vitjanin var eitt stig á leiðini í arbeiðinum fyri at geva føroyskum ungdómi atgongd til altjóða yrkisførleikakappingar undir egnum flaggi, sigur landsstýrismaðurin.

Saman við Skills Føroyum var hann við til at varpa ljós á føroyskar yrkisútbúgvingar. 

Skills Føroyar er samstarv millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, yrkisskúlarnar og onnur.

 


Bárður á Lakjuni. 

 

Kappingar

Endamálið er millum annað at hava kappingar í Føroyum og gera yrkisútbúgvingarnar sjónligari og meira áhugaverdar hjá ungum. 

WorldSkills International arbeiðir fyri at menna yrkisførleikar og styrkja støðuna hjá yrkisútbúgvingum. 

Ein týðandi partur av virkseminum er heimsmeistarakappingin í yrkisførleikum, har ung faklærd og lærlingar kappast í nógvum yrkjum. 

Danska undirvísingarmálaráðið stuðlar føroysku umsóknini um limaskap í WorldSkills International. 

Hóast henda stuðul rendu Føroyar seg aftur í kenda múrin, sigur Bárður á Lakjuni. 

Á fundinum fingu Føroyar at vita, at bara fullveldisríki, sum eru í ST, kunnu gerast limir í WorldSkills International. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775