- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit gita: Fimm broytingar

Føroyska manslandsliðið hevur í kvøld havt sína seinastu venjing undan Nations League-dystinum móti Moldova, sum verður í morgin klokkan 17. Liðið vandi á Zimbru leikvøllinum, har Føroyar í tveimum førum hava spælt javnleik 1-1.
Moldova hevur ikki vunnið í 16 landsdystum, men Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, segði á tíðindafundinum, at hann hevur sæð stóra framgongd í spælinum hjá teimum seinastu dystirnar. Við javnleikinum móti Kasakstan í huga, skal føroyska liðið helst hava ein sigur, um vit skulu røkka einum av teimum báðum plássunum, ið kunnu geva uppflyting í Nations League.
Eyðun Klakstein vildi ikki seta tal á broytingarnar til dystin í morgin, men okkurt bendir á at talan verður um fimm. Landsliðsvenjarin vísti á, at tað hevur verið niðurlagið hjá venjaratoyminum at skifta á fleiri plássum, tá tað er tætt millum dystirnar.
Fyrsta broytingin er, at Viljormur Davidsen kemur á vinstra vongbakkin fyri Martin Agnarsson. Hetta er 95. landsdysturin hjá roynda verjuspælarunum. Hin upplagda broytingin er, at Jann Benjaminsen kemur inn á høgra vongbakkin fyri Jóannes Kalsø Danielsen.
Ein onnur broyting, sum kundi lesast millum linjurnar, var at Mattias Hellisdal fær sín fyrsta dyst frá byrjan. Jóannes Bjartalíð spældi allan dystin móti Kasakstan. Hetta lá í orðunum hjá landsliðsvenjaranum, tá hann segði at málið er at hava størri tamarhald á bóltinum. Hetta er ein styrkjunum hjá Mattiasi Hellisdal. Miðvallarin fekk sínar fyrstu minuttir móti Kasakstan.
Mynd: Mattias Hellisdal tosar við Portal.fo til venjing í Moldova
Væntandi verður tað Mattias H. Lamhauge, sum stendur í mál. Í miðverjuni er ongin orsøk at skifta, men tað kundi verið ein møguleiki at Odmar Færø fær luft eina løtu. Hann er aldursforsetin í verjuni og hevur verið skaddur í seinastuni. Um hann ikki byrjar, so kundi tað verið Samuel Chukwudi.
Géza Dávid Turi bleiv skiftur út á Tórsvølli. Tað stóð nógv á og hugsandi er, at tað var við dystinum í Moldova í huga. Áki D. Samuelsen skoraði, men kundi verið eitt boð upp á eina av broytingunum. Har er Poul Kallsberg klárur at traðka til. Hartil spældi Hanus Sørensen allan dystin á Tórsvølli, og tað kundi verið at Áki Samuelsen kom inn har í seinna hálvleiki, meðan Aron Benjaminsen fekk sítt innhopp í høgru.
Petur Knudsen spældi bara ein tíma, men har kom Adrian Justinssen inn og gjørdi tað væl. Ein møguleiki er, at Petur Knudsen verður fluttur á annan vongin. Tað tykist fyri vist, at Viljormur Davidsen, Jann Benjaminsen, Mattias Hellisdal og Adrian Justinussen verða millum broytingarnar. Spurningurin er so, um tað er ein fimta broyting – og í so fall hvør hon er.
Vit gita: (Føroyar 5-4-1)
Mattias H. Lamhauge – Jann Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Poul Kallsberg, Mattias Hellisdal, Géza Dávid Turi, Hanus Sørensen – Adrian Justinussen























