Avrætting í Tennessee miseydnaðist

Avrætting í Tennessee miseydnaðist
50 ára gamla Christa Pike er nu løgd inn á sjúkrahús
 
01.10.2026 - 10:44

Eftir ætlan skuldi Christa Pike verða avrættað í Tennessee í gjár. Men hóast hon fekk tvær sproytur, doyði hon ikki.

Hon varð flutt úr fongslinum Í Nashville í sjúkrabili, og er nú løgd inn á sjúkrahús.

50 ára gamla Christa Pike stóð til at gerast fyrsta kvinna í meir enn 200 ár, sum bleiv avrættað í Tennessee. Hon hevði fingið deyðadóm fyri eitt morð, sum var framt, tá hon var 18 ára gomul.

Nú verður kannað, hví sproyturnar ikki tóku lívið av deyðadømdu kvinnuni.

Hetta er ikki fyrstu ferð í ár, at ein avrætting í Tennessee miseydnast. Í mai mánaði mátti avrættingin av deyðadømda Tony Carruthers útsetast, tí starvsfólk ikki funnu nakra æðr at geva honum sproytuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037