Kjarnorkukríggj og vitlíki størstu hóttanir móti mannaættini

Kjarnorkukríggj og vitlíki størstu hóttanir móti mannaættini
35 serfrøðingar hava skrivað frágreiðing, sum verður kunngjørd á heilsutoppfundi í Berlin
Illviljað nýtsla av vitlíki er millum størstu hóttanir móti mannaættini, vísir frágreiðing.
 
12.10.2026 - 14:12

Kjarnorkukríggj og illviljað nýtsla av vitlíki, eru tvær tær størstu hóttanirnar móti mannaættini hesa øldina.

Hetta er metingin hjá einum toymi av granskarum, sum hava funnið tær 17 álvarsligastu hóttanirnar móti fólkaheilsuni og at yvirliva, skrivar The Guardian, sambært TV2.

- Illviljað nýtsla av vítlíki - íroknað lívfrøðilig vápn, umframt kjarnorkukríggj við eftirfylgjandi kjarnorkuvetri og hungursneyð - hava við sær vanda fyri, at mannaættin doyr út i næstu 75 árini, meta granskararnir.

Frágreiðingin um álvarsligar hóttanir, sum júst almannakunngjørd í kenda tíðarritinum The Lancet, hevur valt 17 hóttanir burturúr fleiri hundrað ymiskum sjúkum og váðastøðum.

Kjarnorkukríggj og vitlíki lenda sum tey einastu í flokkinum av hóttanum, sum hava møguleika at týna mannaættina.

Hinar 15 - sum fevna um veðurlagsbroytingar, inntøkuójavna, at menningarhjálp dettur niðurfyri og fiti - eru flokkað sum "stórar katastrofalar hóttanir".

 

Úrslitini løgd fram sunnudagin

Í granskingarbólkinum eru 35 serfrøðingar úr ymiskum økjum, og úrslitini verða løgd fram sunnudagin á heimsheilsutoppfundinum í Berlin í Týsklandi, skrivar The Guardian.

Listin er tann fyrsti av sínum slag, og verður dagførdur á hvørjum ári.

Men ætlanin er ikki at skapa ótta, siga granskararnir.

Tvørturímóti er meiningin, at hann skal hjálpa teimum, sum sita við valdinum, at seta tiltøk í verk móti hóttanum í góðari tíð, fyri at sleppa undan stórum kreppum.

Fyri yvirhøvur at sleppa á listan, mugu hóttanir ikki bert hava møguleika at elva til stóran skaða, men eisini kunna møtast við loysnum.

Enn hevur eingin tilburður verið av illviljaðari nýtslu av vitlíki, sum hevur fingið altjóða avleiðingar.

 

Ógjørligt at grunda spádóm á dátur

Tað hevur tí verið ógjørligt at grunda spádómin á hørð og sannar dátur, siga granskararnir.

Men kortini kemur Lancet-frágreiðingin í eini tíð, har hóttanin frá vitlíki er í miðdeplinum í heitum almennum kjaki, millum annað tí at eitt leiðandi starvsfólk hjá KT-risanum, Anthropic, segði seg úr starvi í september sum mótmæli móti menningini.

Seinastu tíðina hava fleiri ovastu leiðarunum í vinnuni ávarað um ferðina á menningini.

Hinvegin hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, sagt, at ávaringarnar gera ov nógv av. Hann sigur, at "vinnur tú á á vitlíki, vinnur tú".

Anthropic, sum umhugsar at skráseta seg í keypsskálanum, ávaraði fyri stuttum um, at vitlíkis-modell hjá teimum kunnu vera  "vanlukkuligur ella eksistentiellur váði fyri mannaættina", skrivar TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595