- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nord Stream: Ukrainskur heryvirmaður í rættin fyri sabotasju

Í dag skal ein fyrrverandi ukrainskur heryvirmaður í rættin. Hann er ákærdur fyri at vera við í atsóknini móti Nord Stream-gassleiðingini í Eystursjónum í 2022.
Tað skrivar Reuters.
Sambært týska ákæruvaldinum er maðurin undir illgruna fyri at standa á odda fyri einum bólki av ukrainskum agentum, sum í september í 2022 festu spreingievni á gassleiðingarnar "Nord Stream 1" og "Nord Stream 2", ið báðar liggja millum Russland og Týskland.
Spreingingarnar oyðiløgdu tríggjar av teimum fýra gassleiðingunum, sum skuldu flyta russiskt gass til Týsklands.
Talan er um eina av størstu sabotasju á infrakervi í nýggjari tíð.
Samstarv við ukrainska herin
Týska ákæruvaldið vil eisini vera við, at atsóknin varð framd í samstarvi við ukrainska herin.
Maðurin noktar seg sekan, og ukrainska stjórnin vísir eisini aftur, at hon hevði nakran leiklut í spreingingunum.
Hetta málið kann vera ein smeitur fyri sambandið millum Týskland og Ukraina.
Týskland er dyggasti stuðul hjá Ukraina í Evropa, tá talan er um hernaðarhjálp.
Rættarmálið verður væntandi ikki liðugt fyrr enn í februar næsta ár.

























