- Tíðindi, mentan og ítróttur
B68 flutti niður - trý onnur púra jøvn í botninum

B68 skal spæla í næstbestu mansdeildini næsta ár.
Tað varð staðfest á Dungasandi, har 07 Vestur vann 2-1 á toftamonnum, sum aftur hesa ferð vóru ov stuttir í dysti móti einum av nærmastu kappingarneytunum.
LES EISINI: NSÍ er aftur føroyameistari
Skálamaðurin Edvin Jacobsen legði heimaliðið framum, tá 35 minuttir vóru spældir, men Karstin Clementsen javnaði brt tveir minuttir seinni. Toftamenn skuldu vinna, men tá Elvar Gudmundsson legði heimaliðið fram um aftur eftir tíman, slóknaði vónin hjá teimum reyðu.
07 Vestur hinvegin gav sær sjálvum eina lívlínu. Vágamenn komu upp á 25 stig og eru nú púra javnir við Skála og AB, sum spældu javnt undir Mýruhjalla. Í síðsta umfari tekur AB ímóti 07 Vestur inni í Vika, meðan Skála skal spæla úti ímóti EB/Streymi.
Aðrastaðni staðfesti KÍ silvurið, sum felagið ivaleyst ikki er nøgt við, við 3-0 sigri á B36 á Tórsvølli. Við javnleikinum á meistarunum í runavík, staðfesti HB evropafótbólt næsta ár og helst bronusmerkini eisini.Við javnleikinum ímóti Víkingi, bjargaði EB/Streymur sær enn eitt ár í Meistaradeildini.



























