Ungur maður skuldsettur fyri hóttan

Ungur maður skuldsettur fyri hóttan
Maður við knívi leitaði eftir einum øðrum manni, tí hann skuldi gera enda á honum
 
27.04.2014 - 10:34

Um tvey-tíðina sunnunáttina tók politiið ein ungan mann í Havn. Fráboðan var komin um, at maðurin leitaði eftir einum øðrum manni, sum hann, sambært fráboðanini, skuldi gera enda á.

Handtikni maðurin var ikki soleiðis fyri, at til bar at avhoyra hann alt fyri eitt. Hann varð koyrdur í kliva í Klaksvík at sova. Eftir døgurða sunnudagin varð hann so avhoyrdur. Maðurin hevði knív uppi á sær, tá hann varð tikin. Knívin hevur hann keypt á netinum, greiddi hann politinum frá. Politiið tók knívin frá manninum.

Maðurin varð latin leysur eftir avhoyringina. Mett varð ikki, at grundarlag var fyri at halda grundlógaravhoyring og krevja mannin varðhaldsfongslaðan. Ungi maðurin er tó skuldsettur fyri hóttan. 

Sambært politinum mintis maðurin ikki nógv frá sunnunáttini. Orsøkin til minnisloysið var ein blandingur av heilivági og rúsdrekka.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541