Christian í Grótinum-samtakið 58 mió. kr. í avlopi

Christian í Grótinum-samtakið 58 mió. kr. í avlopi
Vinningurin minkaði 15 milliónir, og orsøkin er ES-boykottið
 
27.06.2014 - 08:16

Samtakið Christian í Grótinum í Klaksvík, sum er í uppsjóvarvinnuni, hevði 58 milliónir kr. í avlopi í fjør, skrivar Norðlýsið.

Tað var 15 milliónir kr. minni enn árið fyri, men orsøkin til tað er ES-boykottið, sigur stjórin, Eyðun Rasmussen við blaðið.

Christian í Grótinum seldi fyri 333 milliónir kr. í fjør, og tað vóru 23 milliónir meir enn árið fyri.

ES-boykottið hevði við sær, at seljast mátti á marknaðum, har prísurin var lægri, flutningskostnaðurin hækkaði, og tilfeingisgjaldið hækkaði góðar 7 milliónir kr., upp í góðar 20 milliónir kr.

Í fjør vóru 105 fulltíðar ársverk í samtakinum Christian í Grótinum, skrivar Norðlýsið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590