Fólk úr londum við ebola sleppa ikki til Kenya

Fólk úr londum við ebola sleppa ikki til Kenya
Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at higartil eru 1145 fólk deyð av ebola sjúkuni
 
17.08.2014 - 20:34

Kenya fer at banna ferðandi úr londum, har ebola sjúkan herjar, at sleppa inn í landið.

Bannið kemur í gildi týsdagin og er galdandi fyri ferðafólk, ið koma úr londum í Vesturafrika, har sjúkan herjar. Talan er um Liberia, Sierra Leone og Guinea. Flogfør úr hesum londum sleppa ikki at seta seg í Kenya. Flogfør hjá Kenya Airways hava eisini avlýst allar túrar til Liberia og Sierra Leone frá týsdegnum at rokna.

Floghavnin í Narobi í Kenya er ein týdningarmikil floghavn fyri Afrika.

Sambært heimsheilsustovnuninum, WHO, eru 1145 fólk higartil deyð av ebola. Tilsamans eru 2127 fólk í Guinea, Liberia, Nigeria og Sierra Leone smittað.

Tað finst ongin heilivágur móti sjúkuni, men í løtuni verður ein nýggur heilivágur royndur, fyri at vita, um hann kann stegða sjúkuni. Tríggir afrikanskir læknar hava fingið heilivágin, sum ein amerikanskur lækni eisini fekk, tá hann gjørdist sjúkur av ebola.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738