- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjar friðarsamráðingar um Gaza

Samráðingar verða mikudagin í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo, skrivar tíðindastovan, AFP. Seinast, tá partarnir hittust við samráðingarborðið, varð semja gjørd um vápnahvíld í Gaza, sum hevur verið hildin síðan.

SÍ EISINI Vápnahvíld kanska ávegis í Gaza

Tann semjan varð gjørd 26. august, aftaná 50 dagar við friðartingingum millum Ísrael og stríðshugaðar palestinar í Gaza. Tá varð eisini avgjørt, at nýggjar samráðingar um frið í Gaza skuldu takast uppaftur í september, skrivar AFP.

Ísrael ikki váttað samráðingarnar

- Egyptaland hevur boðið eini palestinskari og eini ísraelskari sendinevnd at halda fram við friðarsamráðingunum í Kairo 24. september, sigur ein palestinskur embætismaður sambært tíðindastovuni.

Ísrael hevur enn ikki váttað upplýsingarnar um friðarsamráðingarnar. Tað hevur hinvegin ein dulnevndur talsmaður fyri Egyptaland gjørt fyri AFP.

Seinast, tá ófriður var í Gaza, lótu fleiri enn 2140 palestinar lív, meginparturin av teimum vóru sivil fólk. Á ísraelsku síðuni mistu 73 fólk tá lívið í ófriðinum.