- Tíðindi, mentan og ítróttur
Google fer at byggja býir og flogvallir
3,5 milliardir ferðir hvørt samdøgur. So oftani brúka tú og onnur fólk í heiminum Google, tá leitað verður eftir kunning um eitthvørt á internetinum. Skjótt verður fyritøkan tó kend fyri onnur ting eisini.
Google hevur ætlanir um at byggja býir og flogvallir kring um í heiminum, skrivar norska blaðið, <a href="http://www.vg.no/nyheter/utenriks/teknologi/google-vil-bygge-byer-og-fly... target="_blank">VG. Í løtuni er fyritøkan tískil í ferð við at gera smáar royndarmyndir av býum og flogvallum, ætlanin er at byggja.
SÍ EISINI Hesin bilurin kemur at avmynda Føroyar
Tað er Larry Page, ein av Google-stovnarunum, ið er upphavsmaður til hugskotið. Page heldur, at flogvallir kundi verið riknir skynsamari, og at fólk brúka ov nógva tíð til ferðing til og frá flogvallum.
Google hevur longu bygt eina privata floghavn í San Jose í Kalifornia fyri slakar 500 milliónir krónur, til átta privat jetflogfør, sum fyritøkan eigur og brúkar í virkseminum hjá fyritøkuni.