At forða skaðaplantum er inntriv í frælsi

At forða skaðaplantum er inntriv í frælsi
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Bill Justinussen, tingmanni
 
19.11.2014 - 15:11

Tað ber til at forða fyri, at fremmandar skaðaplantur og fremmand skaðadjór koma inn í landið. 

Men tá krevjast inntriv í frælsið hjá teimum, sum innflyta. 

Ein almenn skipan við nógvum krøvum og eftirliti má gerast. Men fortreytin fyri tí er avgjørt, at játtanin í fíggjarlógini til náttúru- og umhvørvisvernd hækkar. 

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann, sum spurdi um skaðadjór og skaðaplantur, sum koma inn í landið. 

Sambært Fiskimálaráðnum eru nógvar lógir og kunngerðir. 11 eru nevndar í svarinum hjá landsstýrismanninum, sum skulu forða fyri, at plantur og djór, sum vit ikki vilja hava í Føroyum, koma hendanvegin. Men eingin skipan forðar fyri, at lógliga innfluttar plantur og djór brádliga eru leys í føroysku náttúruni. 

Kaninir sleptar leysar

Dømi eru um, at kaninir nú eru at síggja í summum høgum, tí tær antin eru sleptar leysar ella hava grivið seg leysar úr búrum.

At týna fremmand djóra- og plantusløg er sera krevjandi. Eingin almenn ella kommunal skipan finst í landinum at lofta hesum tíðarkrevjandi uppgávum, stendur í svarinum hjá Jacob Vestergaard.  Besta og bíligasta loysnin er at fyribyrgja, at fremmand sløg koma inn í landið.

Er breiður politiskur meiriluti fyri at raðfesta henda trupulleika fíggjarliga, so kann Fiskimálaráðið kanna, hvat til dømis Ísland hevur gjørt fyri at sleppa undan skaðadjórum og skaðaplantum, áðrenn lóggáva verður gjørd og ein skipan sett í verk fyri Føroyar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167