Friðaravtalan fer ikki at halda

Friðaravtalan fer ikki at halda
Fólkið í Ukraina er ikki serliga væl nøgt við friðaravtaluna sum varð gjørd fyri eystara partin av Ukraina í gjár
Miðlarnir í Ukraina halda ikki at vápnahvíldaavtalan ikki fer at halda leingi
Mynd: nrk.no  
 
13.02.2015 - 09:19

Miðlarnir í landinum seta spurnartekin við avtaluna, sum kemur í gildi á miðnátt í annaðkvøld, tá allir bardagar skulu steðga. Tey halda at russiski forsetin, Vladimir Putin fekk tað sum hann vildi hava.

Størst spurnartekin verður sett við, at Krim-hálvoyggin als ikki varð umrødd í samráðingunum, og ukrainsku miðlarnir skuldseta vesturheimin fyri at hava latið Ruslandi Krim-hálvoynna. Tað sama er galdandi fyri stór økir har eysturi í landinum, sum uppreistrardeildirnar hava valdið á. Har skal eitt slag av heimastýri skipast, sum uppreistrardeildirnar hava ræðið á, og fólkið í teimum økjunum skulu rinda eitt nú skatt til sítt egna øki, og ikki til samlaða Ukraina.

Semjan hevur eisini við sær, at eitt serligt løgreglulið skal skipast í økinum við Donetsk, har sum uppreistrardeildirnar hava valdið. Miðlarnir í Ukraina seta sum heild spurnartekin við avtaluna, og siga seg ikki trúgva at hon fer at halda serliga leingi.

Støðan í ES tykist at vera tann sama, tí hóast ES hevði ein virknan leiklut í avtaluni, so koma ætlaðu herdu tiltøkini ímóti Ruslandi í gildi mánadagin, sum ætlað. Rusland skal prógva, at landið fer at halda gjørdu avtalurnar, áðrenn tiltøkini verða linkað, hevur ES gjørt av. Tað tók leiðaarunum í Ruslandi, Ukraina, Týsklandi og Fraklandi 17 tímar at gera nýggju avtaluna um Ukraina, sum kemur í gildi á miðnátt í annaðkvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035