Lítil virðing fyri vápnahvíldini: Fimm latið lív

Lítil virðing fyri vápnahvíldini: Fimm latið lív
Seinasta samdøgrið hava fimm ukrainskir hermenn latið lív har eysturi í landinum, sigur ein hernaðarligur talsmaður í høvuðsstaðnum Kijev
Vápnahvíldin, sum kom í gildi í Ukraina sunnunáttina, er skotin niður. Fimm ukrainskir hermenn hava latið lív síðan avtalan kom í gildi á midnátt leygarkvøldið
Mynd: AP  
 
17.02.2015 - 14:50

14 hermenn eru særdir. Hermenninir lótu lív í býnum Debaltseve nærindis Donetsk, har harðir bardagar hava verið millum russiskt sinnaðu uppreistrarmenninar og ukrainskar stjórnarherdeildir, síðani vápnahvíldin kom í gildi sunnunáttina.

Í nátt gjørdu politisku leiðararnir í Russlandi, Ukraina og Týsklandi semju um tiltøk, sum skulu tryggja, at eygleiðarar sleppa inn í Debaltseve.

Greinin heldur fram niðanfyri

Sambært einum talsmanni fyri týsku stjórnina viðgjørdu russiski forsetin, Vladimir Putin, ukrainski forsetin, Petro Porosjenko, og týski samveldiskanslaran spurningin um at taka tungu vápnini úr krígsherjaða økinum.

Sambært talsmanninum verður farið at taka tungu vápnini aftur í dag. Men Ukraina hevur aftrað seg við at taka tungu vápnini aftur, tí landið sigur, at russiskt sinnaðu uppreistrarmenninir leypa á í heilum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Uppreistrarmenninir siga tað sama um Ukraina, og at teir eru noyddir at svara aftur. Tí ætla uppreistrarmenninir ikki einvíst at taka síni vápn aftur, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155