- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vesturheimurin boykottar skrúðgongu í Moskva
Talan er um eina av størstu skrúðgongum seinastu nógvu 10 árini á Reyða Torginum í dag, og tað er russiski verjumálaráðharrin, SEgei Sjoigu, er leiðari fyri skrúðgongurin.
Vesturlond boykotta, saman við sameindu hjá Russlandi frá seinna Veraldarbardaga, hátíðarhaldið í dag orsakað av kreppuni um Ukraina.
Vladimir Putin hevur fingið vitjan úr eitt nú Kina, Kuba og Venezuela, og treyðugt so, grikski forsetin, Alexis Tsipras, er eisini millum teir 20 ríkisleiðararnar, sum eru møttir. Eisini einaræðisharrar, sum hava brotið mannarættindini, vóru millum gestirnar til hátíðarhaldið í dag, skrivar ritzau.
Framsýning av styrki
Umleið 16.000 hermenn eru við í skrúðgonguni, sum samstundis er framsýning av nýggjastu vápnatøkini hjá Russlandi, - eitt nú vóru 150 flogfør sýnd fram.
Í talu síni takkaði Vladimir Putin, - hóast tey ikki vóru til staðar, sameindu londunum undir seinna heimsbardaga, - USA, Bretlandi og Fraklandi, fyri teirra íkast til sigurin móti Nazitýsklandi.
- Vit eru takksom fyri, at fólkini í Bretlandi, Fraklandi og USA hjáptu okkum til sigurin, segði Putin, og takkaði teimum, sum stríddust móti nazistunum í øðrum londum, millum annað í Týsklandi.
Sneiðorð til USA
Men Putin vísti í taluni eisini á týdningin av vælvirkandi altjóða samstarvi, og kom við sneiðorðum til USA.
- Seinastu ára tíggjuni hava vit sæð royndir at skapa ein unipolaran heim (við bara eini valdsmiðstøð), segði russiski forsetin. Russland brúkar ofta hesi orð til at finnast at USA, sum Russland leggur undir at stýra geopolitiskum viðurskiftum.
Sovjetsamveldið misti umelið 27 miljónir hermenn og sivil undir seinna veræaldabardaga, Og tað er nógv meira samanborið við onnur lond.
Savnar tjóðina
Sigursdagurin savnar allar russara, saman hvønn politiska lit teir hava og hvørjum tey stuðla.
Men kreppa í Ukraina leggur tó ein skugga yvir skrúðgonguna og hátíðarhaldið í Kreml.