Svøvn hormon gagnar krabbameinssjúklingum

Svøvn hormon gagnar krabbameinssjúklingum
Líkindini, fyri at krabbameinssjúklingar yvirliva sjúkuna, økjast í nøkrum førum úr 28,4 prosentum upp í 52,2 prosent, vísir nýggj gransking
Svøvn hormonið, Melatonin, hevur góða ávirkan hjá krabbameinssjúklingum, sambært nýggjari, danskari gransking, ið varð kunngjørd í morgun
 
18.05.2015 - 14:02

Tað er næstan ov gott til at vera satt, siga danskir granskarar, ið hava kannað árinini av svøvn hormoninum, Melatonin, hjá fólki, ið eru sjúk við krabbameini, skrivar videnskab.dk

Líkindini, fyri at krabbameinssjúklingar yvirliva sjúkuna, økist í nøkrum førum úr 28,4 prosentum upp í 52,2 prosent, fáa sjúklingarnir viðgerð við Melatonin samstundis sum kemoterapi, vísir granskingarúrslitið hjá donskum granskarum.

- Lítil gransking er gjørd. Tað er spell, tí tað sær út til, at tað fjalir seg ein bæði bílig og munagóð viðgerð við Melatonin, sigur Mogens Claësson, tann eini granskarin, ið hevur skrivað greinina í Ugeskrift for læger

Má kannast nærri

Tað eru ikki bert teir báðir granskarnir, ið hava skrivað greinina, sum varð kunngjørd í morgun, ið fegnast. Eisini á Københavns Universitet er spenningur um nýggja granskingarúrslitið.

- Hóast tað krevur nærri kanningar, er úrslitið av granskingini so mikið gott, at tað er vert at kanna nærri, sigur Thomas Benfield, professari á Institut for Klinisk Medicin á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Higartil er ikki nógv gransking gjørd í sambandinum millum svøvn hormonið, Melatonin, og árinini á krabbameinssjúklingar. Tað er eisini ein av orsøkunum til at meira gransking skal gerast, sambært greinini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541