Verjin ynskir frídøming

Verjin ynskir frídøming
Verjin hjá Levi Mørk heldur, at hann átti at verðið frídømdur, tí ákæruritið varð broytt eftir at dómsviðgerðin í Føroya rætti er byrjað
Verjin hjá Levi Mørk heldur, hann eigur at verða frídømdur, tí ákæruritið varð broytt eftir at dómsviðgerðin byrjaði í rættinum
 
29.10.2015 - 15:54

Tað ber ikki til at broyta eitt ákærurit eftir at dómsviðgerðin í rættinum er byrjað. Tí eigur Levi Mørk, sum var leiðari í Frítíðarskúlanum í Hoyvik og Klubb 188, at verða frídømdur, sigur verjin hjá honum, Christian Andreassen.

Á rættarfundinum í gjár boðaði ákærin frá, at ákæruritið var broytt. Nú heldur ákæruvaldið uppá, at ákærdi hevur upplýst skeivt tímatal í lønarseðlunum.

SÍ EISINI Noktar seg sekan: Ákærdur fyri heimildarsvik

Ov nógvir tímar vóru í lønarseðlunum, var uppáhaldið hjá ákæruvaldinum í gjár. Verjin segði, at upprunaliga ákæran var um koturnar í lønarseðlunum, og tað hevði hann fyrireikað seg til og bygt sína verju á.

Verjin segði eisini, at tá politiið avhoyrdi skuldsetta um málið, varð hann avhoyrdur um koturnar. Christian Andreassen segði, at tað ber ikki til at broyta eitt ákærurit eftir at dómsviðgerðin er byrjað. Og tí eigur Levi Mørk at verða frídømdur.

Heldur rætturin ikki tað, eigur Levi Mørk kortini at verða frídømdur, segði Christian Andreassen, tí hann hevur ikki sent kommununi lønarseðlar við skeivum upplýsingum og kann tí ikki dømast fyri heimildarsvik.

SÍ EISINI Illgruni um, at alt ikki er farið rætt fram

Verjin segði eisini, at í einum ákæruriti eigur at vera tilskilað nøkunlunda neyvt, á hvønn hátt, lógarbrotið, sum ákært er fyri, er framt. Í hesum ákæruritinum stendur bara, at ákærdi við skeivum upplýsingum í lønarseðlunum gjørdi, at Tórshavnar kommuna misti 109.000 kr.

Og tað er ikki eitt fullfíggjað ákærurit, segði verjin, sum hevði sær nakrar dómar, har ákærd eru frídømd, tí ákæruritið ikki nóg neyvt segði, hvat tey vóru ákærd fyri

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107