Dømdur fyri harðskap umborð á skipi

Dømdur fyri harðskap umborð á skipi
Ein maður varð í gjár, týsdagin, dømdur 50 daga fongsulsrevsing fyri at hava sligið og hótt ein skipsfelaga í september í fjør
Føroya rættur gav í gjár einum fiskimanni 50 daga fonsgulsrevsing fyri at taka í ein skipsfelaga og geva honum nevan frammaná
 
11.11.2015 - 09:04

Føroya rættur gav í gjár einum fiskimanni 50 daga fonsgulsrevsing fyri at taka í ein skipsfelaga og geva honum nevan frammaná og seinni sama dag hótta hann við at knúsa hann sundur, tá teir komu í land.

Sambært ákæruritinum varð maðurin sligin tíðliga á morgni 14. september í fjør í einum kamari og seinni um dagin hóttur í messuni á einum trolara. Ákærdi maðurin noktaði seg sekan.

Dómarin legði dent á vitnisfrágreiðingar og frágreiðingina hjá manninum, sum varð sligin og hóttur. Dómarin helt ikki, at til bar at gera dómin treytaðan, hóast persónligu viðurskiftini hjá ákærda manninum eru góð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329