Enn eitt forsetavalevni tekur seg aftur

Enn eitt forsetavalevni tekur seg aftur
70 ár gamli George Pataki hjá republikanarunum boðaði í gjár frá, at hann gevst í royndini at gerast forsetavalevni í USA
George Pataki, forsetavalevni hjá republikanarunum, gevst í royndini at gerast forsetavalevni, boðaði hann frá í gjár
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
30.12.2015 - 11:06

Enn eitt forsetavalevni hjá republikanarunum hevur tikið seg aftur. 70 ár gamli George Pataki boðaði í gjár frá, at hann gevst í royndini at gerast forsetavalevni.

Um miðjan november gavst Bobby Jindal, og fyri jól boðaði Lindsey Graham frá, at hann tók seg aftur sum valevni.

Greinin heldur fram niðanfyri

Sambært veljarakanningum hevur ríkmaðurin, Donald Trump, bestan kjans at gerast republikanskt valevni á forsetavalinum 8. november næsta ár.

Fyrsta uppstillingarvalið hjá republikanarunum verður í Iowa í februar. Ein veljarakanning, sum sjónvarpsstøðin CBS hevur gjørt, vísir, at Donald Trump er best umtóktur millum republikansku veljararnar í Iowa.

George Pataki, sum nú hevur tikið seg aftur sum forsetavalevni, hevði fingið minni enn eitt prosent í Iowa, vísir veljarakanningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740