Vánaligt haruár

Vánaligt haruár
Talið av harum, sum eru skotnar í ár, er bert ein fjórðing av tí, sum tað var í 2014.
 
02.01.2016 - 16:17

Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, hevur eins og undanfarin ár talt saman talið av skotnum harum. Og í ár hevur ikki tikið so langa tíð at talt, sum onkuntíð fyrr.

Tí meðan 9.318 harur vóru skotnar í 214, vóru 2328 harur skotnar í 2015. 

Eyðfinn Magnussen heldur, at veðrið er høvuðsorsøkin til, at talið er fallið so nógv. 

Veðrið í vetur hevur sera vánaligt í harutíðini, og tí hava tað verið munandi færri, sum hava verið og skotið haru.

Tað var eisini nógvur kavi í februar, og tí kann oknast við, at færri ungar eru komnir undan í fjør í mun til undanfarin ár.

Leggjast skal aftrat, at allir túrarnir ikki eru skrásettir enn.

Eyðfinn Magnussen roknar við, at um eina viku ella tvær, er alt skrásett. Tá fer talið av skotnum harum at liggja um 3000 metir hann. Tað er ein triðingur av tí, sum bleiv skotið í fjør.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542