Merkel: Vit taka munandi færri flóttafólk í ár

Merkel: Vit taka munandi færri flóttafólk í ár
Týskland fer at taka ímóti munandi færri flóttafólkum í ár enn í fjør, eru greiðu boðini frá týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel
Tað er stórarbeiði at fáa flóttafólkini at falla til í Týsklandi, og tí eigur landið at taka munandi færri flóttafólk í 2016, heldur Angela Merkel, týski samveldiskanslarin
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
13.01.2016 - 09:27

Angela Merkel sigur við Reuters tíðindastovuna, at tað er stórarbeiði at fáa flóttafólkini at falla til í Týsklandi, og tað krevur nógva orku.

Týskland tók í fjør ímóti meir enn einari millión flóttafólkum og tilflytarum annars. Tað er eitt prosent av samlaða fólkatalinum í Týsklandi.

Angela Merkel lovaði á landsfundinum hjá konservativa flokkinum í desember, at Týskland ikki fór at taka ímóti eins nógvum flóttafólkum í ár sum í fjør.

Ikki fallið í góða jørð hjá øllum

Merkel legði kortini aftrat, at Týskland framvagis má vera eitt land, sum virðir onnur. Innanhýsis í konservativa flokkinum er mótstøðan stór ímóti flóttafólkapolitikkinum hjá samveldiskanslaranum.

Millum annað fór fyrrverandi løgmálaráðharrin í Sachsen, Steffen Heitman úr flokkinum í desember, sum mótmæli ímóti flóttafólkapolitikkinum.

Ungdómsfelagið hjá flokkinum hevur kravt, at Merkel setur mark fyri, hvussu nógv flóttafólk kunnu koma til Týsklands, men tað hevur hon higartil sýtt fyri at gera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Týsdag 16. juni
Morgunlestur týsdagur 16.juni 2026
209562
Mánadag 15. juni
Poppverturin 3
208457
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762